Gávupakki við tilboðum til ung

Norrøna felagið í Føroyum bjóðar upplýsing um tey nógvu tilboð til ungar føroyingar í hinum Norðurlondunum. Lærarar og næmingar í norðurlendskum háskúla vitja, og Hanus Johansen syngur í Norðurlandahúsinum í kvøld

 

Tey ungu í Norðurlondum eru í brennideplinum í Norðurlandahúsinum í kvøld, mikukvøldið 29.apríl.

 

Tveir lærarar og tíggju næmingar á Nordiska högskolan í Kungälv í Svøríki www.nordiska.fhsk.se

fara at greiða frá um skúlan og tilboðið til føroyingar, sum fáa hálvt frípláss har.

 

Háskúlin bjóðar undirvísing í journalistikki, leiklist, vísusangi, bókmentum, foto og uttanlandsferðir eru eisini.

 

Nógvir føroyingar hava verið í skúlanum, so her er eitt gott høvi hjá teimum at hitta lærarar og næmingar.

 

Hanus Johansen, sum eisini hevur verið næmingur í Nordiska högskolan í Kungälv, syngur í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.

 

Føroyingar fáa 700,00 kr. um vikuna í stuðli frá CIRIUS í Danmark,

www.ciriusonline.dk

meðan tey eru í háskúlum í hinum Norðurlondunum.

 

Lærarar og næmingar í Hoyvíkar skúla hava samband við ein skúlaflokk í Grønlandi, og tey fara at siga frá tí.

 

Harafturat fer Holger Arnbjerg á Altjóða skrivstovuni, www.ask.fo

at kunna um stuðulsskipanina Nordplus, sum er ætlað næmingum og lærarum á øllum skúlastigum, ja, frá barnagarði til universitet.

Stuðul verður latin til samstarv við onnur Norðurlond.

Kunnað verður eisini um møguleikan at fáa SU, stívar 5.000 kr. um mánaðin, við sær til SU-góðkendar útbúgvingar í Norðurlondum.

 

At enda fer Laila Hentze, sum var Nordjobb samskipari í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, at siga frá um Nordjobb. Nordjobb bjóðar ungum fólkum í øllum Norðurlondum at arbeiða í onkrum øðrum landi enn sínum egna um summarið www.nordjobb.net

 

Norrøna Felagið í Føroyum sigur, at endamálið við tiltakinum í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 20 er at gera ung í Føroyum varug við teir nógvu møguleikar, sum eru at fáa arbeiði ella útbúgving og lærdóm í hinum Norðurlondunum.