Gávukort til fátækar familjur

Í farnu viku vóru stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í hondbólti í Hoyvíkshøllini. Yvirskotið av dystinum, sum er millum steypavinnararnar og meistararnar, er nú farið til føroyska hjálparfelagsskapin, Í menniskjum góður tokki

 

Á øðrum sinni varð skipað fyri stórsteypadysti í hondbólti í farnu viku. Neistin gjørdist vinnari hjá kvinnunum við greiðum sigri á Stjørnuni, meðan H71 vann sannførandi á monnunum hjá Neistanum.

 

Sanni vinnarin gjørdist tó tey, sum njóta gott av gávunum hjá hjálparfelagskapinum “Í menniskjum góður tokki”. Í vikuni handaði Rúni Djurhuus, stigtakari til stórsteypadystirnar, Laufey Blaasvær, nevndarlimi í Í menniskjum góður tokki, gávukort á áleið 20.000,- krónur frá Klávus.

 

- Hetta kemur ótrúliga væl við, sigur Laufey Blaasvær, tá Rúni Djurhuus handar henni brævbjálvan við gávukortinum í.

 

- Vit hava lyndi til, at halda at alt er so gott í Føroyum, men tað eru nógvar familjur, sum ikki fáa endarnar á røkka saman, vísur Laufey Blaasvær á. Tølini hjá felagsskapinum vísa, at heili 444 familjur fingu jólahjálp í fjør. Samanlagt vóru 910 børn í hesum familjunum. Tølini vísa somuleiðis, at fleiri enn 200 av teimum familjunum hava minni enn 2000,- krónur at liva fyri um mánaðin, tá allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar. Tað svarar til bara 65,- krónur um dagin!

 

Tað er nógv sjálvboðin arbeiðsorka til eitt slíkt tiltak og tað er Rúni Djurhuus takksamur fyri.

 

- Eg vil fegin takka Neistanum, Stjørnuni og H71 fyri at vilja spæla dystirnar og dómarunum fyri at koma at døma. Og Neistanum og H71 fyri at skipa fyri á sjálvum degnum, sigur Rúni Djurhuus.

 

Gávukortini eru frá leikutoyshandlinum Klávus, sum hevur lagt meiri í enn inn kom av peningi.