Gávukort skulu galda í minst eitt ár

Tá ið fyritøkur lata gávurkort til Bowlinghøllina og gávukortið skal verða brúkt áðrenn tveir mánaðir eru farnir, er tað brot á marknaðarføringslógina. Tað hevur Brúkaraumboðið gjørt av.

Tað er ein, sum hevur kært um, at hann fekk eitt gávukort til Bowlinghøllina í jólagávu frá virkinum, hann arbeiddu hjá.

Gávukortið var bara galdandi frá 20. desember til 15. februar

Brúkaraumboðið sigur, at eftir fyrningarlógini eru gávukort galdandi í fimm ár

Men verður onnur freist avtalað, skal hon ikki vera órímiliga stut, men ongar fastar reglar eru um, hvussu stutt freistin í minsta lagi skal vera, men tað veldst um støðuna.

Men Brúkaraumboðið heldur, at tað er lógarbrot, at eitt gávukort er galdandi í minni enn eitt ár.

Og so er tað líka mikið um tað er avtalað ímillum fyritøkuna, sum letur kortið og fyritøkuna, sum kortið er til.

Freistin skal vera so mikið long, at ein vanligur miðal brúkari hevur ein veruligan og rímuligan møguleika, uttan stórvegis stríð, at nýta gávukortið, sigur brúkarin.

Í hesum samgandi heldur hann, at ein freist upp á eitt ár er hóskandi.

Hinvegin heldur hann eisini, at imm ár er dekan ov long tíð hjá einum vinnurekandi at vera bundin av einum gávukorti.