Gávukekkar frá Kiwanis

Mikudagin 15. november handaði felagsskapurin Kiwanis Tórshavn tveir gávukekkar til ávikavist Kvinnuhúsið í Havn og sjálvhjálparbólkin Berin, sum er ein bólkur fyri foreldur, ið hava mist børn. Kekkarnir vóru báðir upp á 30.000 krónur hvør.

Kiwanis er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri at hjálpa fólkum í neyð.

Felagið hevur eisini sum endamál at hjálpa fólki í nærumhvørvinum, og serliga børnum. Felagsskapurin er politiskt og átrúnaðarliga óheftur.


Kiwanis er eitt gamalt orð, sum stavar frá indianarunum í Norðuramerika, og merkir tað at lyfta í felag.