Seinastu vikurnar hava posthúsini kring landið selt lutaseðlar frá Fráhaldsstuðlum til frama fyri umfatandi arbeiði teirra.
Fráhaldsstuðlar venda sær serliga til ungdóm í arbeiði teirra at fyribyrgja rúsandi misbrúki.
Fráhaldsstuðlarnir í Føroyum eiga vallaraheimið og skeiðdepilin Fjalsgarð, sum liggur í náttúruvakra Oyndarfirði.
í dag kl 13.00 verður drigið um SMS-gávukortini fyri íalt 33.000 krónur á torginum í SMS.
Lutaseðlar fáast í SMS til drigið verður.










