- Góvu ikki alt

HB verjuleikarin Hans á Lag segði eftir finaluna, at avrikið var vánaligt, og at HB innsatsurin als ikki var heilhjartaður

- Eingin okkara kann erliga siga eftir dystin, at vit góvu alt, tú tað gjørdu vit ikki, segði HB verjuleikarin Hans á Lag eftir finaluna móti NSÍ, sum runavíkingar vnnu 2-1. Hans á Lag segði, at innsatsurin var høvuðsmunurin á liðunum báðum, og at hann sjálvsagt er sera vónbrotin av úrslitinum.
HB verjuleikarin vísti m.a. á, at HB ikki hevði uppiborið at vinna dystin, tí teir stutt sagt ikki spældu nóg væl, og hann segði eisini, at tað sást alt ov illa aftur, at HB spældi við ellivu monnum móti tíggju í ein góðan hálvan tíma.

Grasið darvar
Spurdur, hvat hann helt um brotssparkið, svaraði Hans á Lag, at hóast teir í HB ikki vóru samdir í avgerðini hjá dómaranum, gevur hann ikki honum skuldina.
- Handa avgerðin varð tikin, og tað gerst so ikki við tað. Hóast eg ikki eri samdur við avgerðini, ynski eg ikki at viðmerkja brotssparkið nærri, sigur Hans á Lag. Sambært stóra HB verjuleikaranum ávirkaði undirlagið eisini dystin, og Hans sigur, at tá spælararnir als ikki eru vanir við gras, samstundis sum vøllurin ikki var heilt slættur, kemur flótandi fótbóltsspælið ikki til sjóndar.
- Hevði dysturin verið spældur á graslíkinum á ovara vølli, hevði dysturin verið betri leiktur. Vit høvdu torført við at fáa bóltin at trilla á grasinum, og undirlagi ávirkaði avgjørt fótbóltsspælið í hesi finaluni, viðmerkti Hans eisini.
Samanumtikið var Hans á Lag ein ógvuliga vónbrotin maður eftir steypafinaluna, sum NSÍ vann við tveimum málum móti einum.