Góvu bøtur og klipp og tóku eitt koyrikort

Leygardagin hevði løgreglan í Suðuroy eitt rættiligt ferðsluátak, har heilt nógvir bilar vórðu kannaðir. Og tað kom fleiri bilførarum aftur um brekkur.

Ein bilførari noyðist at taka koyrikortið av nýggjum, eftir hann varð tikin fyri at koyra 88 kilometrar um tíman í bygdum øki.

Men hann fær eisini 3000 krónur í bót.

Ein annar bilførari koyrdi 78 kilometrar um tíman í bygdum øki og hann fær klipp í koyrikortið, umframt eina trivaliga bót.

Fleiri aðrir bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra ov skjótt og eisini fyri onnur lógarbrot.

Onkrir fingu bót fyri ikki at sita í trygdarbelti og so fingu nakrir bilførarar eisini 500 krónur í bót í part fyri at koyra við tokuljósum.

Tað er nevniliga ólógligt at koyra við tokuljósum - uttan tá ið tað er toka, ella tá ið sýnið annars er sera ringt, tí annars eru tey til stóran ampa fyri mótkoyrandi bilar.

Yvirhøvur er tað dýrt at verða tikin fyri at koyra ov skjótt. Ein, sum koyrir 65 kilometrar um tíman í bygdum øki, fær heilar 1500 krónur í bót.

Í ferðsluátakinum hjá løgregluni í Suðuroy leygardagin, fingu bilførarar eisini átalu fyri at koyra við ólógligum ljósum. Tað eru reglar fyri, hvussu billjós skulu vera. Men nú vindur tað meiri og meiri upp á seg at -serliga ungar- bilførarar fáa sær blá ljós, men tey eru ólóglig, uttan so, at talan er um ES góðkend ljós.

Leygarkvøldið kannaði løgreglan eisini allar bilarnar, sum komu suður við Smyrli at vita, um nakar koyrdi ávirkaður av rúsdrekka, men tað var tað ikki.