Kolumbianska hoftusvingarin Shakira er eins og nógv onnur í Hollywoodheiminum farin undir at donera pengar til hjálpararbeiði. Saman við Nobelheiðurslønsvinnarin Gabriel Garcia Marques hevur hon stovnað ALAS (?Latin America For Solidarity). Herfrá hevur hon valt at donera 40 milliónir til vanlukkustøð í Peru og Nikaragua.
Hon sigur, at hon við egnum eygum hevur sæð avbjóðingarnar hjá Latínameriku og tað er tí, hon ynskir at hjálpa, sum hon kann.
?Ein einkultur persónur kann ikki gera nakað serligt við støðuna, men arbeiða vit saman um at berjast mótvegis trupulleikunum, kunnu vit gera okkurt við støðuna,? úttalar hon.