G! verður ein dag longri

Tónleikafestivalurin G! hevur í dag lagt eini stutt boð út á Facebook-vanga sín, har teir boða frá, at onkrar "legendariskar kunngerðir" koma í morgin og fríggjadagin.

 

Okkurt nýtt er tó at frætta longu nú, tí í lýsingini sæst hvørjar dagar G! verður komandi ár.

 

Har sæst, at G!-festivalurin næsta ár verður frá 11. til 14. juli, tað vil siga frá mikudegi til leygardag. Sostatt verður G! ein dag longri komandi ár enn undanfarin ár.

 

Hvørji nøvn skulu spæla mugu fjepparar tó tolin bíða eftir at fáa at vita.