GÍ-venjarar halda fram

Venjararnir hjá besta mansliðið og besta kvinnuliðið hjá GÍ halda fram komandi kappingarár.

Hjá Formula-liðnum hevur Petur Mohr longt um sáttmálan sum høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann Berg Hansen og Paula Jarnskor. Petur Thomsen hevur tikið sær av kvinnuliðnum hjá GÍ síðstu 2 árini, har tær hava vunnið eitt bronsumerkið og eitt silvurmerkið. Eisini hann hevur longt um sáttmálan fyri komandi kappingarár, so spennandi verður at síggja, um tær nú fara at røkka enn longur í landskappingini.