GÍ vann í Havn

GÍ vann sunnudagin fyrsta landskappingardystin í ár

Heldur óvæntað fóru gøtukvinnur avstað við øllum trimum stigunum í Gundadali sunnudagin. Dysturin endaði 3-2 til GÍ, eftir at GÍ hevði verið á odda 2-0 í hálvleikinum. GÍ hevur ikki staði seg so væl í landskappingini higartil, og tí væntaði fáur, at tær fóru at gera teir stóru skreytirnir í Gundadali sunnudagin.

HB manglaði fleiri leikarar til dystin sunnudagin, og høvdu bert tann spælaran á beinkinum. Fyri nevna nakar, kunnu, Gunn Muller, Eydna Skaale og Eyðvør Thomsen, sum allar hava verið høvðustuðlar á HB-liðnum í ár.


GÍ betri í fyrra hálvleiki
GÍ hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, og høvdu fleiri naskar royndir á HB-málið. Serliga var GÍ-framherjin Heidi Heinesen, ein støðug hóttan hjá HB-verjuni. Tað var eisini sama Heidi, ið miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð feld inni í HB-brotsteiginum, og dómarin var eirindaleysur, og dømdi brotsspark.

GÍ-málverjin, Anna Kristina Joensen varð sett at skjóta, og hon setti bóltin trygt í netið. Løtu seinni var Heidi Heinesen aftur uppá spæl, eftir hornaspark, var hon fyrst á bóltinum, og kundi økja um GÍ-leiðsluna.

2-0 til GÍ varð eisini hálvleiksstøðan.

HB uppá javnt
Havnarkvinnur løgdu nógv bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Nakrar umrokeringar á liðnum høvdu við sær, at betri lá fyri hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki.

Eyðvør úr Dímun leikti sín fyrsta dyst, síðan álvarsama skaðan á ólavsøku í fjør, og ikki var rúm tíð farin av seinna hálvleiki, so var vandamikli miðvallarin á plettinum. Annika Godtfred leggur eitt gottt hornaspark innfyri málið, og Eyðvør fær minka um munin við skallara til 1-2

HB trýsti eftir útjavnandi málinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom tað so. Unga Malan á Dunga var fyrst á bóltinum, eftir at GÍ-málverjin ikki fekk hildið einum innleggið, og so stóð á jøvnum.

Heidi snýtti HB
Samanumtikið vóru HB-kvinnurnar betrií seinna hálvleiki, men tað skuldi enn einaferð verða Heidi Heinesen, ið skuldi geva HB-verjuni stórar trupulleikar. Stutt fyri leiklok vinna gøtukvinnur bóltin á miðjuni, og Heidi Heinesen strýkur ígjøgnum HB-verjuna, og leggur bóltin framvið Randi Wardum í málinum, og staðfesti harvið fyrsta GÍ-sigur í landskappingini í ár

Samanumtikið átti liðini hvør sín hálvleik, men úr Havn verður sagt, um nakar hevði uppiborið sigurin, so vóru tað helst gøtukvinnar, tí tær vóru raskari henda dagin. Havast skal eisini í huga, at HB vóru illa mannaðar henda dagin, og tað kann eisini hava havt sína ávirkan á úrslitið av dystinum.

Dysturin í tølum:

HB-GÍ 2-3 (0-2)
0-1 Anna Kristina Joensen br
0-2 Heidi Heinesen
1-2 Eyðvør úr Dímun
2-2 Malan á Dunga
2-3 Heidi Heinesen