G! væntar 1000 tjaldarar í dag

Í dag letur tjaldingarøkið hjá G! Festivalinum upp, og fyrireikarar vænta, at 1000 festivalgestir leita sær til Gøtu longu í dag. Økið liggur við Gøtugjógv, ein hálvan kilometur frá sjálvum festivaløkinum. Upp móti 2000 tjaldarar plaga at búgva á tjaldingarøkinum hjá G!, men hvørjar væntingar hava fyriskipararnir í ár?

- Áhugin fyri tjalding er stórur. Vit rokna við, at økið er fult hóskvøldið, og at minst helvtin kemur í dag, sigur Katrin Petersen, stjóri á G! 2009.

 

Hvør ger tjaldingarøkið?

- Tað gera vit, umleið sum onnur ár. Men innrættingin plagar jú at vera rættiliga nógv upp til tjaldararnar sjálvar! Teir hava fløgg, skelti og annað við, sum ger tað til G!-býin.

 

Hvørjir fasilitetir eru?

- Har eru wc-vognar, brúsur at læna í skúlanum, matur at keypa úr matvogni og kiosk, og so eru fryntlig fólk at tøma ruskspannir, at halda vakt, at svara spurningum og so víðari. Í ár eru tað fólk hjá KFUM í Klaksvík, sum samskipa og halda vakt á tjaldingarøkinum, sigur Katrin.

 

Sostatt byrjar G! Festivalurin longu í dag, og man ikki tjaldingarøkið verður eitt savningarstað fyri festivalgestirnir, eins og tað áður hevur verið.