GÍ vónin gjørdist ikki til veruleika

Góða útgangsstøðan og harvið møguleikin at spæla seg víðari helt inntil tað restaði eitt korter, tá fekk Ventspils eftir lítlari løtu tvey mál, og so var alt avgjørt

fótbóltur

Størsta vónin um føroyska luttøku í altjóða kappingum í august var undan mikudegnum knýtt at GÍ, sum í Letlandi bara tapti 2-1 og harvið hevði møguleika at spæla seg víðari í kappingini, tá ið gøtumenn í kvøld spældu heimadyst.
Tað eydnaðist ikki hjá GÍ at spæla seg víðari. Í tættari uppgerð, har tað ikki vóru serliga nógvir málmøguleikar, livdi GÍ vónin, inntil tað restaði eitt korter. Tá gjørdist Igor Slesarcuks púra leysur. Hann legði bóltin framvið málverjanum, og so var 1-0 til Ventspils.
Hesa løtuna var GÍ ikki nóg savnað um uppgávuna. Dygst frammanundan málinum høvdu mótstøðumenninir bóltin á stólpanum aftanfyri Geza í GÍ málinum, og tríggjar minuttir eftir 1-0 málið, gjørdu letlendsku gestirnir á Svangaskarði aftur mál, og so var alt avgjørt. Hesa ferð var tað Vits Rimkus, sum eftir innlegg og roynd hjá verjuni at beina bóltin burtur við sera hegnisligum skoti úr høgru skoraði og harvið staðfesti, at føroyska luttøkan í europeisku kappingunum er av á hesum sinni.
GÍ royndi, og mesta partin av tíðini var lítil munur á liðunum. Bestu GÍ royndina átti liðformaðurin Sámal Joensen, tá ið gjørdist leysur og hevði tveir møguleikar. Annar var at spæla tvørtur um til Hanus Jacobsen í vinstru og hin var at royna sjálvur móti málinum. Sámal valdi seinna møguleikan, og málverjin bjargaði.
2-0 til Ventspils, sum vann 2-1 á heimavølli, og harvið heldur fram í kappingini við samlaða málmuninum 4-1.

GÍ-Ventspils 0-2 (0-0)
0-1: Igor Slesarucks, 75.
0-2: Vits Rimkus, 78.