Góður valfundur í Hoyvík

Í gjárkvøldið varð skipað fyri býráðsvalfundi á skúlanum við Løgmannabreyt. Eini 60 fólk vóru á fundinum, og umboð fyri politisku flokkarnar løgdu fram síni sjónarmið.
Kjak og spurningar komu frá áhoyrarum, sum altíð gera slíkar fundir lívligar.

Sjálvsagt vóru evni tikin fram, sum hava við Hoyvík og kringumstøðurnar har at gera. Millum annað vóru hesi evni viðgjørd:

• at fegnast var um útbyggingina av Hoyvíkshøllini, og at fleiri byggistig verða framd í næstum
• at ungdómsvirksemi er í Klubb 188
• at fegnast var um at gøtan til Hvítanesar verður gjørd í næstum
• at fáa endaliga staðseting av kirkjugarði
• økið avlagt til fótbóltsvøll
• ferðslutrygd
• at vælvirkandi bussleiðin verður meira útbygd til eisini at koyra í vikuskiftinum, umframt útbygd til bygdirnar
• at ongin dálkandi orkustøð verður bygd í Klingruni
• at fáa landsmyndugleikarnar at seta ferð á aftur Ytra ringveg, so tað lættir um ferðslutrongan
• og onnur mál

Fundarfólkið endaði við at reisast og syngja øll trý ørindini – sjálvsagt - av okkara vakra tjóðsangi.

Jákup Símun Simonsen býráðslimur
og valevni á lista E – Tjóðveldi.