Góður streymur og góður fiskiskapur

- Bæði línuskip undir Føroyum og útróðrarbátar fáa nógvan fisk, mest tosk og hýsu.

 

Seks ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni. Tvey skip eru á Rygginum, og hini fýra eru inni á landgrunninum. Skipini fáa mest av toski og longu - og so nakað av hýsu og brosmu.

- Møguliga verður eisini nakað av svartkalva og blálongu frá bátunum, sum fiska á Rygginum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at trý ísfiskalínuskip væntandi koma inn at landa fyrst í næstu viku, og síðan kemur onkur seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá línuskipum undir Føroyum er góður.

Tvey føroysk ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni, og væntandi koma bæði ísfiskalínuskipini inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku. Sagt verður, at eitt føroyskt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi.

- Streymurin er góður, og veðurforsagnirnar eru eisini góðar. Tí verður roknað við nógvum útróðri. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður. Teir fáa nógv mest av toski og hýsu og síðan eitt sindur av hvítingi.