Tvey ísfiskalínuskip eru nýliga byrjaði túr í íslendskum sjógvi, men hesi skipini koma neyvan heim at landa í næstu viku, tí til tess verður tíðin ov stutt.
Umframt ísfiskalínuskipini, er eisini eitt frystilínuskip til fiskiskap í íslendskum sjógvi.
- Trý línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Restin av línuskipunum liggja í løtuni, men fara helst út aftur um vikuskiftið.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður skiftandi. Tí verður heldur ikki roknað við so nógvum útróðrarfiski.











