Tey, sum framleiða mat í Føroyum, hava rímiliga gott skil í síni framleiðslu, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sambært Dimmalætting í dag. - Heimamarknaðurin fekk ein hægri raðfesting um aldaraskiftið, tá matvørudeildin og fiskivinnudeildin vórðu lagdar saman í eina stóra matvørudeild. Eftirlitið og vitjanirnar gjørdust fleiri, og eg haldi, at støðan er rættiliga góð, og at samskftið sum oftast eisini er gott millum okkum og framleiðararnar, sigur Laila Jacobsen, leiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við dagsins Dimmalætting.
Við blaðið sigur Laila Jacobsen, at tey ofta síggja trupulleikar, sum matvøruframleiðararnir als ikki hava gáa um, tá tey koma. Og renna tey seg inn í somu trupulleikar fleiri ferðir, loysa tey hetta við at kalla matvøruframleiðararnar á fund.
Men støðan er góð viðvíkjandi føroysku matvøruframleiðsluni og tað sama er samskifti, upplýsir Heilsufrøðiliga Starsstovan.