##med2##
NSÍ kom á vinnaraslóðina aftur við einum greiðum 4-1 sigri á TB við Stórá í Trongisvági. NSÍ var á odda 1-0 í steðginum við einum søguligum máli.
Tá Klæmint A. Olsen skoraði til 1-0 í 7. minutti var talan um 25. máli hjá Klæminti í Betrideildini hetta kappingarárið. 25 mál er tað mesta nakar spælari hevur skotið í landskappingini í bestu deildini hjá monnum nakrantíð, og er Klæmint nú eisini søguligur á hesum frontinum.
Í fyrra hálvleiki brendi Petur Knudsen eitt brotsspark, men hann økti til bæði 2-0 og til 3-1, og lat so Jann Martin Mortensen skjóta seinna brotssparkið NSÍ fekk í dystinum. Jann Martin tók av møguleikanum og skoraði til endaliga úrslitið 4-1. Veljko Vukovic minkaði um munin til 1-2 tíðliga í seinna hálvleiki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Poul Ingason hjá TB og hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen.
Jens Martin Knudsen heldur, at NSÍ var betra liðið og vann ein ruddiliga uppibornan sigur. Poul Ingason heldur, at TB var leikliga væl við, men NSÍ var væl effektivari enn TB, og tað gjørdist munurin á liðunum.
Orsaka av samferðsluruðuleikanum sleppur hópurin hjá NSÍ ikki norður í kvøld, men Jens Martin heldur, at við góða sigrinum í dag bilar tað minni, at teir mugu liggja nátt í Suðuroy.