Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka

Á tíðindafundi í morgun kundi Janus Petersen, forstjóri, leggja fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing hjá Føroya Banka, sum vísir eitt avlop á 58 milliónir krónur

Tað gongur strúkandi hjá Føroya Banka.
Upprunaliga metingin fyri árið heldur enn, nú bank-in er farin inn í seinasta árs-fjórðingin av árinum.
- Vit halda fast við upp-runaligu metingina um eitt avlop á 165-195 milliónir krón-ur, staðfesti Janus Pet-er-sen, forstjóri.
Tað er fyrst og fremst kjarnu-inntøkurnar hjá bank-anum, sum hava skapt lut-fals-liga stóra avlopið.
- Vit hava tvífaldað avlop-ið seinastu fimm árini við sama starvsfólkatali, og tað er gjørt gjøgnum rati-on-alis-eringar, sigur Janus Pet-ersen.
Avlopið hjá bankanum fyrstu tríggjar ársfjórð-ing-ar-nar er 146 milliónir krónur, og tað er einki, ið forðar fyri, at bankin fram-haldandi kann menna seg í Føroyum eins væl og gjøg-num upp-keyp uttanlands.
- Vit hava betra munandi um raksturin, og tað er ein gongd, sum hevur verið sein-astu árini, har vit hava roynt at økt um inntøkurnar, samstundis sum vit hava hildið útreiðslunum niðri, sig-ur Janus Petersen.
Hin orsøkin til góða úrslit-ið er so, at bankin ikki hev-ur mist so nógvar pengar upp á avskrivingar og niður-skrivingar, sum annars hev-ur stóra ávirkan á úrslitið.
- Har hava vit havt ein rímiliga varnan kreditt-pol-it-ikk, so vit ikki hava tapt nógv-ar pengar. Hesi bæði eru so orsøkirnar til góða úr-slitið, sigur Janus Peter-sen.

Bjóða realkredittlán
Føroya Banki er farið undir at bjóða út realkreditt fígg-ing í Føroyum í samstarvi við danska realkreditt-fel-ag-ið, DLR.
- Tað hevur týdning fyri okk-ara viðskiftafólk. Vit hava jú sæð í fíggjar-krepp-uni, at tað hevur verið trup-ult at útvega nýggja fígging, og at hon eisini hevur verið dýrari og dýrari at útvega utt-anlands. Meðan danir hava realkredittlán, sum verð-ur fíggjað serliga gjøg-num lánsbrævasølu av ser-liga donskum pensjóns-fel-øg-um, ið er ein bíligur fígg-ingarformur, so er tað ikki gjørligt hjá bankum at kapp-ast móti teimum treytunum, sigur Janus Petersen.
Tí hevur bankin valt at bjóða hendan lánsformin út saman við einum av stóru realkredittfeløgunum í Dan-mark til føroyskar kundar, so hesir kunnu fáa bíligari og longri lán.
- Vit halda fyrst og fremst at talan er um eitt gott tilboð til sethúsaeigarar, og betri enn tað, vit sjálvir kunnu bjóða, sigur Janus Peter-sen.
Eitt annað er, at stjórin eisini metir, at talan er um ein stóran fyrimun fyri før-oyska samfelagið.
- Og eisini fyri bankan, at vit útvega nýggja fígging til Føroya, tí vit hava eina av-bjóðing her heima við at ein stórur partur av upp-spar-ingini verður settur í virðis-brøv uttanlands, og tað vil siga, at hon kemur ikki í um-far í Føroyum, sigur Jan-us Petersen.
Tí heldur hann, at tað er positivt, at aðir koma til Føroya at fíggja, og harvið betra um gjaldførið og tí eis-ini gera menningina av før-oyska samfelagnum betri.

Fótin fastan í Íslandi
Lutfalsliga nógv tíð av fram-løguni av roknskapinum fyri triðja ársfjórðing varð nýtt til at viðgera keypið av meirilutanum av parta-brøv-unum í íslendska trygging-ar-felagnum Vörði.
- Vit hava eina rímiliga miðvísa strategi at víðka um virksemið uttanlands. Vit eru ein so mikið stórur partur av fíggjarvinnuni í Føroyum, og vit meta ikki, at møguleikarnir eru til stað-ar at víðka serliga nógv aftr-at í Føroyum, og tí er okkara besti møguleiki at víðka utt-an-lands, sigur Janus Pet-er-sen.
Bankin hevur so valt at halda seg til teirra kjarnuøki, sum eru tryggingar og banka-virksemi.
- Okkara málsetningur er, at etablera okkum í Dan-mark og Íslandi í fyrstu at-løgu. Vit hava etablerað okk-um í Danmark við ein-ari deild, og hava nú etabl-er-að okkum í Íslandi við ein-um tryggingarfelag, sigur Janus Petersen.
Føroya Banki hevur keypt meirilutan av íslendska trygg-ingarfelagnum Vörði, sum hevur tíggju prosent av íslendska marknaðinum.
- Talan er um eitt felag, ið er umleið hálva aðru ferð størri enn Trygd, so talan er um eitt felag, ið passar væl til tað, vit kenna framman undan. Vit hava keypt felag-ið saman við nøkrum av størstu bankunum í Íslandi, og har-við meta vit, at vit hava eina spennandi sølu-kan-al og spenn-andi sam-starvs-partn-arar, sigur Janus Petersen.
Forstjórin metir, at hetta er ein íløga, ið kemur at svara seg væl í framtíðini.

Hyggja seg um
Janus Petersen hevur áður sagt, at bankin alla tíðina fylgir við tí, ið rørist á danska bankamarknaðinum, og teir hava eisini boðið upp á ein danskan banka – saman við øðrum – sum teir tó ikki fingu. Men hvussu er støðan tí viðvíkjandi.
- Vit brúka eina stóra orku upp á at leita eftir sam-starvspartnarum, at tosa við fyritøkur og at kanna møgu-leikar. Og sum kunnugt hava vit eisini bjóðað upp á nakrar fyritøkur, sum hava verið til sølu, so vit gera eitt stórt arbeiði. Men tað er greitt, at vit keypa bara um tað kann svara seg, og tað hava vit hildið, tá vit hava bjóðað upp á fyritøkur, sum danski staturin hevur selt, sigur Janus Petersen.
Sannlíkindini fyri, at bank-in fer at keypa eina fyritøku eru størri og størri, men nær tað verður, ber illa til at siga.
- Tað kemur jú ann upp á, um tað er tann rætta fyri-tøk-an, og um samstarvs-partn-ar-arnir eru sinnaðir til at gera íløguna. So tað ber ikki til at siga nær tað verður, men vit vóna, at vit koma á mál við tí, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.