Aðalfundur
Tað var ein fegin formaður, sum um vikuskiftið kundi leggja ársroknskapin hjá Róðrasambandinum fyri aðalæfundin til góðkenningar.
- Eg má siga, at eg haldi ongantíð, at roknskapurin hevur tikið seg so væl út, sum hann gjørdi í ár, sigur Johannes Joensen.
- Nú er árið í ár eisini serligt í so máta. Vit fáa jú part í veddingarpengunum, sum ÍSF fær úr Danmark, og tá fyrsta útgjaldið var í fjør, varð goldið út fyri tvey ár, so í so máta er inntøkan óvanliga stór.
Skerdur landskassastuðul
Annars vísir formaðurin á, at tað hjá teimum er harðliga tiltrongt, at róðrasambandið fær part í veddingarpengunum.
- Fyri hetta var størsta inntøka okkara landskassastuðulin, men hesin er skerdur at kalla hvørt ár seinastu tíðina. Tá hann var upp á tað hægsta, fingu vit úti við 200.000 kr. um árið í stuðuli, men nú er hann minkaður niður í 104.000 kr. so talan er næstan um eina hálvering á hesum øki.
Nýtast til avbjóðingar
Formaðurin vísur annars á, at øktu inntøkurnar eisini eru eitt kærkomið høvi hjá teimum at geva kappróðrafólkinum nýggjar avbjóðingar.
- Kapproðurin er í teirri serligu støðu, at vit so at siga ongantíð hava kunnað boðið íðkarum millum- ella altjóða avbjóðingar. Eisini orsakað av, at vit so at siga ongan hava at kappast við, tá talan er um kappróður, soleiðis sum vit kenna hann.
- Seinnu árini er tó vorðið frægari við hesum, og eru vit sera fegnir um tann stuðul, sum the Faroese Partnership hevur veitt okkum í hesum sambandi. Hetta røkkur tó bert til at senda eina manning av landinum, men við veddingarpengunum fingu vit so eisini ráð til at senda eina kvinnumanning avstað.
Einasti bátaflokkurin, sum ikki luttekur í kappingini um pláss á Scilly-oyggjunum eru 5 mannafør við dreingjum, men eisini hesir hava nú fingið altjóða avbjóðingar at síggja fram til. Sostatt var dreingjamanningin á Tjaldrinum í heyst í Sorø, har teir luttóku í eini stórari regattasigling, og formaðurin er eisini ógvuliga fegin um, at hetta kann lata seg gera.
- Við hesum fær róðrarfólk okkara nýggjar avbjoðingar, og slíkar gera tað altíð hugaligari at vera við í ítróttini, sigur Johannes Joensen at enda.