Góður og bíligur skúlamatur

Íslendsk skúlabørn fáa dagliga heitan mat á skúlanum fyri einar 25,- krónur í okkara peningi. Skipanin er gomul og riggar so væl, at eingin grund tykist vera til at broyta nakað

Bæði í barnagarðinum og pensionistafelagnum eta tey døgurða úr skúlakøkinum í Aratungu í Bláskógabyggð á Suðurlandinum í Íslandi. Og tey gjalda bara umleið 25,- krónur í okkara peningi um dagin.
Tað steðgar ein bussur uttan fyri skúlan hjá Bláskógar Kommunu, og eitt ferðalag við føroyingum kemur úr honum. Hetta eru fók frá føroysku kunninarstovunum, Feðraráðnum og onkur blaðmaður, sum eru á vitjan hjá íslendskum ferðavinnufólki. Vertur í dag er Ásborg Arntórsdóttir, sum er ferðamálafulltrúi í Árnessýslu á Suðurlandinum.
Vit hava ferðast um Suðurlandið fyrrapartin og fara nú at fáa okkum døgurða i skúlakøkinum, greiðir Ásborg Arntórsdóttir frá.
Hon veit at siga frá, at skúlin, vit nú eru stødd í, er bygdur í 1928, og longu árið eftir, í 1929, fór kommunan undir eina skipan við mati til skúlabørnini, sum so við og við er víðkað til eisini at umfata bæði barnagarðsbørn og pensionistar í kommununi.
Tað eru fleiri slíkar skipanir í Íslandi, greiðir hon frá. Men ikki allar eru líkar kortini.
Í Bláskógar Komunu búgva umelið 1.000 fólk, sigur Ásborg, og her eru bæði barnagarður og framheildsdeild í skúlanum, umframt ítróttartilboð, musikskúli og slíkt, sum væntað verður av eini kommunu í dag.
Komin inn í matarhøllina verða vit móttikin av manni, sum kunnar seg sum Ragnar Ragnarsson, borgarstjóra í kommununi. Hann er eisini komin at fáa sær steikt seyðakjøt við brúnum eplum, grønmeti av ymsum slagi, reyðkáli og brúnari sós. Og mjólk afturvið. Nógva mjólk drekka tey afturvið matinum, greiða tey frá. Serliga í skúlanum.
Vit leggja til merkis, at eisini fleiri eldri fólk, serliga gamlir menn, sita í rúminum og eta.
?Jú, hetta eru pensionistar í kommununi, sum koma higar at fáa sær døgurða. Teir, sum eru so birgir. Onnur fáa hann koyrdan heim. Fyri sama prís sum skúlabørnini. Og so er tað barnagaðrurin, sum eisini fær matin koyrdan út til stovnin, sigur Ásborg, ferðavinnufulltrúi.
Hon greiðir frá, at trý fólk arbeiða í skúlakøkinum og umleið hálvtannaðhundrað fólk eta dagliga døgurða frá teimum.
Skúlin verður ikki bara brúktur til vanliga undirvísing, sigur Ásborg Arntórsdóttir. Børnini eru her allan dagin. Eftir vanliga skúlatíð er tað ítróttur, tónleikur og hvat nevnast kann, sigur hon. So hetta er í grundini teirra heimur frá tíðliga á morgni til nakað væl út á seinnapartin.