Góður miðalprísur á uppboðssølu

Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 85 tons av fiski fyri stívliga 1,3 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 15,74 krónur fyri kilo, sum er væl hægri enn ein miðal søludag.

Orsøkin til lutfalsliga høga miðlaprísin er, at hampiliga stórar nøgdir vórðu seldar av eitt nú havtasku, sløk 13 tons tilsamans. Besti miðalprísur fyri havtasku var 27,16 krónur fyri kilo.

Góð 11 tons vóru av tungu, og her lá miðalprísurin um góðar 20 krónur fyri kilo. Góð 6 tons av svartkalva fóru fyri miðalprísin 25,78.

Tað eru serliga hesi fiskasløgini, havtaska, svartkalvi og tunga, sum hála miðalprísin á søluni í gjár uppeftir.

Í gjár vórðu eisini sløk 20 tons seld av toski, mest av toski 3 og 4. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 17,25.

3,5 tons av hýsu fingu lutfalsliga lágan prís. Besta hýsan fór nevniliga fyri góðar 11 krónur fyri kilo.

At enda kunnu vit nevna, at 14,6 tons av blálongu fóru fyri 8,18 krónur fyri kilo.