Havn: Nú verður ikki leingi at bíða hjá teimum, sum seta prís uppá góðan mat í eini góðari matstovu og í einum góðum umhvørvi.
Leif Sørensen hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika løtuna, tá matstova hansara skal lata upp miðskeiðis í Havnini.
Nú bíðar hann bert eftir endaligu góðkenningini fra myndugleikunum, áðrenn hann kann bjóða fyrstu gestunum innar í matstovuna "Gourmet" at royna nakað av tí, sum hann og hansara menn kunnu borðreiða við.
Henda nýggja matstovan varð royndarkoyrd hóskvøldið fyri innbodnum, og sum skilst vóru fólk sera væl nøgd við tað, tey fingu at eta.
Eitt av endamálum hansara er júst at vísa føroyingum á, at ein kann fara út at eta serliga væl gjørdan mat, og sum er gjørdur burtur úr teirri allarbestu rávøruni.
Tað er tí ikki at taka seg aftur í, at endamálið hjá Leif er at fáa fólk at skilja ? og smakka! ? at matur skal gerast ein heildaruppliving. Eitt stað, har góður matur, gott umhvørvi og gott útsýni veruliga geva fólki nakað fyri peningin.
Sum myndirnar so greitt vísa, er hvør einasti sentimetur í matstovuni merktur av nágreiniligari planlegging, har einki er yvirlatið til tilvildina.
So er bert eftir at vóna, at undirtøkan verður hareftir.










