Góður matíblástur frá Oddvør

Nýggja bókin hjá Oddvør Skarðhamar "Oddvørsa krás úr køkinum" er onnur bókin hjá henni og Ingibjørg Jacobsen.
Í fjør kom "Oddvørsa køku- og dessertdreymar", sum royndist væl.

Hesuferð eru tað ikki bara køkur í bókini. Uppskriftir uppá breyð, døgverðarættir og salatir eru at finna saman við dessert og køkuuppskriftum.

Bókin er sera snotulig og vekjur hug at gera mat. Góð góðska er á myndum og pappíri. Forsíðumyndin við Oddvør er bæði stuttlig og frísklig.

Fyri at ummæla eina kókibók er ikki nokk at lesa og hyggja ígjøgnum bókina. Her má farast inn í køkin og royna uppskriftirnar. Sum sagt so gjørt. Eg valdi mær tríggjar uppskriftir - eina við fiski, eina muffins uppskrift og eina lekra sjokulátakøku.

"Ovnbakað toskaflak við grønmeti í sinnopskremi" var ein einkul uppskrift, sum eg gjørdi til familjuna. Maðurin og eg dámdu sera væl teir ymisku smakkirnar av asparges og dijonsinnopi, men børnini snerktu og fóru frá borðinum. Kanska ikki so yvirraskandi eftirsum smakkirnir vóru í so "vaksnir". Eitt, sum eg saknaði, var rís ella epli til. Tað var ikki nokk við bara gularøtum og asparges, hildu eg og maðurin.

Næsta uppskrift, sum skuldi roynast, var "Matmuffins við tomat og feta". Her hevði eg trupulleikar at finna frískt basilikum í handlunum í Havn, og brúkti tí turkað basilikum. Muffinar smakka sera væl, tá teir eru kølnaðar eitt sindur. Hevði tó viljað brúkt eitt sunnari mjøl enn hveitimjøl - hví ikki skifta helvtina út við rugmjøl?

Triðja uppskriftin - men tó neyvan síðsta, eg geri úr hesi bók - var "Sjokulátukøka við osti". Hendan var eitt sindur skuffandi. Fyri tað fyrsta kann hon ikki etast sama dag, hon verður gjørd, og fyri tað næsta helt eg ikki, at hon smakkaði so væl. Her vóru vit tó eitt sindur ósamd, systurin sum fekk ein bita, elskaði søta smakkin av amaretto og makrónum, meðan eg helt, at tað gjørdist ov mikið av tí góða.

Summar av uppskriftunum er í so torførar, og tilfarið nokk ringt at fáa fatur á úti á bygd í Føroyum. Av teimum 28 kókibókum, eg havi standandi í køkinum, verður hendan óivað millum topp-5. Vænti ikki, at hon fer at standa og samla støv saman við Jamie Oliver og Nigellu.