Dagfinn Olsen
Eisini hjá Poul Hansen heilsølu fegnast tey um Vørumessuna 99, ið hevur ment seg í mun til í fjør, so farast má í størri høli, nevniliga Ítróttarhøllina á Hálsi.
- Tað er óivað spennandi hjá keypmonnum at vitja á messuna og síggja alt upp á ein gang. Samstundis er nógv nýtt at síggja og messan er fjølbroytt.
Ofta eru messur í útlondum ov stórar og kanska óviðkomandi, meðan hetta er betri hóskandi, heldur Eiler Johannesen frá P/F Poul Hansen.
- Her er alt undir einari lon og tað varð væl mótikið í fjør, sigur Eiler Johannesen og leggur afturat, at eisini P/F Poul Hansen hevur tryggjað sær størri bás á messuni í ár.
Jólavørur og oljuvinna
- Tað, ið er spennandi hjá okkum í ár er, at vit hava vitjan av einari fyritøku úr Danmark, ið hevur ferðast runt í Danmark við framsýning av ymsum jólavørum, t.d. merkiseðlum og bondum. Henda framsýning verður á básinum hjá okkum á Vørumessuni 99, sigur Eiler Johannesen.
P/F Poul Hansen hevur annars nógv umboð, og kann tað tí eisini vera trupult at velja, hvat ein skal leggja dent á, sigur Eiler Johannesen. Fyritøkan hevur eisini lagt seg eftir útgerð til oljuvinnu. Hetta verður tó ikki at síggja á Hálsi, men á eini framsýning í Aberdeen í komandi viku.
Eiler Johannesen vónar, at messan gerst árlig hending, tí her koma keypmenn saman. Í fjør sá ein keypmenn, ið ikki høvdu hitst í fleiri ár, práta saman.
Handlar eru í dag ikki so tættir, so har eru ikki tær kenslurnar at taka hædd fyri. Fleiri keypmenn eru enntá í handilsketum, felagskapum, saman.
Hjá Poul Hansen fegnast tey um tiltakið og vóna tað heldur fram framyvir.