Góður journalistikkur kostar pengar

- Kringvarpið eigur sum heild at miða eftir at geva starvsfólkunum betri umstøður at kanna tíðindi og hendingar, heldur Uni Holm Johannesen.

Uni Holm Johannesen hevur verið knýttur at Kringvarpinum seinastu fýra árini, meðan hann hevur verið undir útbúgving, og hann hevur altíð brent fyri tíðindaflutningi.

 

Nú Útvarpið hevði seksti ár á baki fyrr í vikuni, hevur In.fo sett honum nakrar spurningar.

 

- Tíðindaheimurin er spennandi og avbjóðandi, og mær dámar væl fjølbroytta gerandisdagin og at sleppa at viðgera fleiri ymisk samfelagsevni í somu viku.

 

Uni Holm Johannesen heldur, at arbeiðið í Kringvarpinum er fjølbroytt, og hann er fegin um møguleikan at gera bæði útvarp og sjónvarp.

 

- Eg eri reportari, kjakstýrari og tíðindavertur á bæði útvarpsredaksjónini og sjónvarpsredaksjónini, og við útvarpssendingini Radarin sleppa vit eisini at arbeiða við ávísum evnum í nakrar dagar.

 

Uni Holm Johannesen vísir á, at hann hevur verið í Kringvarpinum í fýra ár, og tí er tað avmarkað, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesi árini.

 

- Eg byrjaði um tað mundi, tá sjónvarpsredaktiónin flutti niðan í Sortudíki, so tað umskiftið var størri hjá teimum, sum vóru von við aðrar umstøður. Eg minnist eisini, at eg var tann einasti, sum var yngri enn 30 ár á redaksjónini í 2013. Síðan tá eru fleiri fólk í 20-unum komin upp í hópin, so profilurin er meira ungsintur nú.

 

Uni Holm Johannesen vísir á, at góður journalistikkur kostar pengar, og tað er nógv at stremba eftir. Hann heldur, at batar eru alla tíðina, millum annað við sokallaðu rullandi redaktiónini.

 

- Men, eg haldi, at Kringvarpið eigur sum heild at miða eftir at geva starvsfólkunum betri umstøður at kanna tíðindi og hendingar, og Kringvarpið kundi í enn størri mun lagt seg eftir at viðgjørt tíðindi og hendingar.

 

Hann heldur, at nú bæði fake news og alternativ fakta vinna fram, hevur tørvurin á sendingum sum danska Detektor ongantíð verið størri. Tað er ein sending, ið kannar, um alt tað, sum politikarar og onnur siga, veruliga passar.

 

- Vit hava eisini sera avmarkaðan vinnujournalistikk í Føroyum, fiskivinnan undantikin. Eisini hevði verið áhugavert við fleiri samfelagsviðgerandi útvarpsdokumentarum. Sjónvarpsmiðilin eigur næstan einkarrætt til dokumentarsendingar, og tað er spell.

 

Uni Holm Johannesen heldur, at ein stovnur sum Kringvarpið skal vera eitt lokomotiv í einum fólkaræði, og tað hevði sømt seg at skipa fyri fleiri kjakfundum og øðrum tiltøkum runt landið.

 

- Sjónvarpstíðindi eiga sjálvandi eisini at vera mikudag, seinni eisini leygardag og sunnudag. Tað eru tíðindadagar sum allir aðrir dagar. Men sum sagt - tað kostar pengar.

 

Men, hvørjar eru so yndissendingarnar hjá Una Holm Johannesen?

 

- Eg royni at lurta eftir øllum sendingum, sum onkursvegna viðgera samfelagið, vit búgva í - og sum okkara forferdrar hava búð í. Og tilboðið spennur tíbetur víða. Tað eru sendingar sum Radarin, Skáin, Vitan, Credo, Meg Minnist, Afturáaftur og Sparta. Og so plagi eg at gita við, tá Gunnar, Rudolf og hini eru á Quiztinum leygarkvøld, sigur Uni Holm Johannesen.