Góður jóladansur á Tvøroyri og í Fuglafirði

Nýggi bólkurin 4ever syrgja fyri góðum jóladansi bæði á Seglloftinum á Tvøroyri og í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. 4ever er ein dansibólkur, sum varð stovnaður í summar, og hetta verður teirra fyrsta framførsla á Tvøroyri.

 

Fleiri av tónleikarunum hava áður spælt ymsastaðni í Føroyum við øðrum bólkum.

Sangarin, Martin Sømark, er kendur frá tónleikabólkinum Sunrise, sum var ein sera kendur sandoyggjabólkur frá 1987 ? 91. Hinir tónleikararnir eru kendir frá Basalt, Driv, Vestmonnum og Moonshot

 

Dansurin á Tvøroyri verður 20. desember á Seglloftinum og 2. Jólakvøld í Menunarhúsinum í Fuglafirði. Tónleikurin verður bæði country, 70-, 80-, 90?ára tónleikur.