Handil
Nátatíðin er nú gott og væl liðug og menn, sum hava verið á hesi veiði, hava vaskað bátar, neyst og íløt.
Hetta heystið verður tað, sum menn fara at minnast aftur á, sum eitt vánaligt heyst til fugl. Tað viðraði illa, og hjá teimum flestu kom lítið burtur úr. Nógvir strævnir dagar við lítlum og ongum fugli, har menn høvdu nóg mikið við at vinna upp land aftur, áðrenn dagurin var hálvrunnin.
Hildið verður tó ikki, at minni fuglur er flogin úr berginum og hevur verið á sjónum í ár. Orsøkin til vánaliga fongin er snøgt sagt veðrið.
Í fyrstuni varð hildið, at fuglurin var seinur á sjógvin, men ivasamt er, um tað nú er so.
Veðrið fór við fuglinum
- Náti verpur frá umleið 16. mai og eina viku fram. Tað er veðrið sum í fyrsta lagi avger, nær ungin fer á sjógvin. Liggur hann við góðveðri, situr ungin leingi í berginum. Men er vindur fylgjandi dagar sum í heyst, flýgur nógv út í senn, og tá ið so teir góðu dagarnir koma, eru fuglurin farin, sigur Finnbogi Jacobsen í Nólsoy, sum letur illa at fonginum.
Hann heldur, at teir, sum fingu frægast burtur úr í Nólsoy í heyst, vóru útróðrarmaðurin, Juul M. Jacobsen og hansara menn.
- Eg haldi, teir mundu fáa einar 2000 nátar ella so, men teir tóku við tveimum bátum.
Teir frægastu dagarnar lógu bátarnir úr 100 uppí 150 og 200 fuglar, og tað meta nólsoyingar ikki at vera nógv.
- Onkran hendinga dag fekk onkur bátur einar 300 fuglar, og tað mundi vera tað
mesta, nakar fekk.
Finnbogi sigur, at nólsoyingar lata illa at og heldur, at hetta man vera eitt tað
vánaligasta heystið til náta í mong ár.
- Veðrið er altavgerandi, og tað viðraði bara so ógvuliga illa í bestu nátatíð, sigur hann at enda.
Kvinna keypti og seldi...
Sosialurin hevur skilt, at menn javnan seldu náta í Vágsbotni fyri 40 kr. stk., og at eingin trupulleiki var at sleppa av við fuglin. Onkur seldi tó fyri 35 kr., og í báðum førum seldu teir fuglin eftir fáum tímum.
Vit hava frætt um eina kvinnu, sum dugdi síni ?ting? í Vágsbotni. Hon keypti 70 nátar frá manni fyri 35 kr. stk., flutti seg nakrar metrar, og seldi teir avstað aftur fyri 50 kr. stk. Sostatt slapp hon av við allan fuglin, sum hon ikki ætlaði sær heim við ? og fekk tískil bæði uppí posa og sekk. Hon fekk til sín sjálvs og kundi tjena nakrar krónur uppá fuglarnar, hon keypti ov nógv.










