Góður hýrur á Tórsfest

Saybia setti lív í áhoyrarafjøldina, og konsertirnar halda fram

Saybia setti lív í áhoyrarafjøldina, og konsertirnar halda fram

Í kvøld er Tórsfest í miðbýnum í Havn. Árliga ólavsøkukonsertin er útseld, og bæði føroyskir og útlendskir bólkar spæla til tiltakið.

Saybia hevur verið á pallinum, og seinni fara eisini Carpark North og Sean Kingston at hava konsertir á Vaglinum.

Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum Sigmar Mørkøre hevur tikið myndir frá tiltakinum í kvøld, og tær vísa, at hýrurin er góður á Tórsfest.