Seks ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Tey fiska mest tosk, hýsu, longu og fáa eisini nakað av brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra línuskip koma inn at landa mánadagin, og so síðan koma tey seinastu tvey seinni í vikuni.
Væntandi loysa fleiri ísfiskalínuskip um vikuskiftið og skipini, sum eru úti, hava góðan fiskiskap. Streymurin verður góður, men veðrið verður ikki av tí besta.
- Vit vænta tó, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátar hava góðan fiskiskap, bæði við snellu og línu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.