Góður disiplinur og gjørdu fáar tekniskar villur (FM1)

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran, Ágúst Jóhansson seta orð á 25-21 (15-11) sigurin á Litava

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjara aftaná 25-21 (15-11) sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í HM-undankappingini sum er í Sveis í hesum døgum.

 

Ágúst Jóhansson fegnast um, at føroyska liðið gjørdi fáar tekniskar villur. Hann sigur seg bara hava talt sjey tekniskar villur í hesum sigrinum.

 

Ágúst Jóhansson er eisini fegin um góða disiplinin føroyska liðið vísir, og framúr góða verjuspælið, ikki minst avrikið hjá Viviann Petersen í málinum.

 

Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar ímóti Sveis sum er vertstjóðin. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.