Fríggjakvøldið skipar 1.s. á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni fyri dansi, har Hjalmar og Vinmenn spæla Bólkurin Hjalmar og Vinmenn er samanseting av tónleikarum, sum áður hava spælt saman í ørðum høpi.
Hjalmar Magnussen spælir guitar og syngur. Hann er kendur sum óførur sangari, kendasur er hann kanska frá fløguni Vælskapt brek, har hann syngur Vovið av Guði.
Neil Joensen spælir guitar, Dagfinn Olsen spælir bass, Knút H. Nielsen spælir ljómborð og Rúni Johannesen trummur.
Henda sterka manningin spælir alt frá tí nýggjasta nýggja til gamlar rock-klassikarar, ið hóska til eitt nútímans dansikvøld.