Góður dagur hjá útróðrarmonnum

Tríggir útróðrarbátar í Norðoyggjum fingu væl burturúr, tá teir sum teir einastu seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag. Teir høvdu góð 10.000 pund tilsamans, og á uppboðssøluni fór fiskurin fyri knappar 113.000 krónur. Meðal kiloprísurin var 21,68 krónur.

Bátarnir høvdu at kalla bara tosk og hýsu, og í prísinum var tað hýsan, sum átti munin. Fyri hýsu II fingu teir 24,30 krónur í meðal fyri kilo og fyri hýsu III 24,61 krónur.

Tað mesta av toskinum var stødd III og IV, sum bátarnir fingu ávikavist 21,76 krónur og 20,64 krónur fyri í meðal.