Góður dagur hjá Eik

Partabrøvini í Eik Banka vóru tey, sum hækkaðu mest í virði á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í gjár Gjáramorgunin kunngjørdi Eik Banki, at hann hevði keypt virksemið hjá Kaupthing í Føroyum, og tað var eftir øllum at døma ein avgerð, sum hóvaði íleggjarunum væl.

Í hvussu er vóru partabrøvini í Eik Banka tey, sum hækkaðu mest í virði á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í gjár. Hækkingin var 3,59 prosent.

Næststørstu hækkingina átti íslendska flogfelagið Icelandair við 2,40 prosentum.

So væl gekst ikki føroyska flogfelagnum. Partabrøvini í Atlantic Airways lækkaðu 1,05 prosent í virði á marknaðinum í Reykjavík í gjár.