Partabrøvini í Atlantic Petroleum vóru tey, sum hækkaðu mest á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í gjár. Eik Banki stóð seg eisini væl Dagurin í gjár royndist væl hjá teimum, sum eiga partabrøv í Atlantic Petroleum.
Virðið á partabrøvunum í føroyska felagnum hækkaði 11,8 prosent, og at tað var nógv tann størsta hækkingin, sum nakað felag hevur havt á íslendska marknaðinum hesa vikuna. Tey íslendsku feløgini, sum hækkaðu mest í gjár, hækkaðu góð átta prosent.
Eik Banki stóð seg eisini væl í gjár á marknaðinum í Reykjavík. Partabrøvini í bankanum hækkaðu umleið 6,8 prosent í virði, skrivar blaðið Vísir.










