Góður dagur á danska virðisbrævamarknaðinum

C20-vísitalið á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn hækkaði heili 3,4 prosent í dag, og so nógv er tað ikki hækkað eftir einum degi síðani tann 27. oktober í 2011. Tað samlaða vísitalið var uppi á 489,75, tá marknaðurin lat aftur seinnapartin.

Tann stóri vinnarin var heilivágfyritøkan Novo Nordisk. Partabrøvini hjá henni hækkaðu 7,3 prosent í virði í dag. Orsøkin var, at teir amerikonsku myndugleikarnir hava góðkent, at ein nýggjur heilivágur frá Novo Nordisk kann seljast á marknaðinum í USA.

Tann nýggi heilivágurin er til fólk við sukursjúku.