Góð uppmøting

Bara hendinga ferð møta býráðslimir í Klaksvík ikki á býráðsfundi

Klaksvíkar býráð hevur gjørt eina uppteljing av, hvussu uppmøtingin hjá býráðslimunum hevur verið til býráðsfundir og nevndarfundir.
Uppteljingin er einki at skammast við, tí á sjey teimum regluligu fundunum er tað bara hent tvær ferðir, at ein sessur hevur staðið tómur. Hans Arne Bertholdsen møtti ikki á fundinum 25. januar, og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir møtti ikki á fundinum 22. mars.
11. juli var eykabýráðsfundur. Á tí fundinum vantaðu fýra býráðslimir: Gunnvá við Keldu, Atli S. Justinussen, Eyðgunn Samuelsen og Óli M. Lassen.
Uppmøtingin er eisini sum heild góð til nevndarfundirnar.
Fíggjarnevndin hevur verið fullmannað á hvørjum fundi, bara á einum fundi í mentanarnevndini vantaði ein limur og á tveimum fundum í sosialu nevnd.
Ein limur í teknisku nevnd møtti ikki á trimum fundum. Tað var Hans Arne Bertholdsen, sum heldur ikki møtti á tveimum fundum í havna- og vinnunevndini, har aðrir limir heldur ikki møttu á hvørjum fundi.
Fundirnir í heilsu- og umhvørvisnevndini vóru ongantíð fullmannaðir. Á hvørjum fundi vantaði ein ella tveir limir, og á trimum fundum í byggi- og býarskipanarnevndini vantaði ein limur.