Fyrsta kvøldið á G! hevur kveistra burtur allan iva. G! er savnað aftur og tað sama eru festivalgestirnir, sum endurreistu G!-festivalin í gjárkvøldið. Tilvitað ella ikki. Tað var ógvuliga hóskandi, at danski bólkurin Spleen United, slapp at enda fyrsta kvøldið á ársins G!-festivali.
Eftir fleiri góð ár varð G! meiri ella minni býtt sundur í fjør, tá fyrireikararnir valdu at skipa fyri eini minni útgávu av festivalinum, eisini róptur G! mini, eftir at felagið handan G!-festivalin fór á húsagang.
Síðani varð, sum sagt, skipað fyri G!-mini, og í ár stendur G!-festivalurin aftur í fagrasta blóma. Tað er í øllum førum metingin hjá eitt nú Katrini Petersen, samskipara av festivalinum. Tá Sosialurin hevði hana á orðið, tá klokkan var farin trý í nátt, var hon ein væl nøgd dama.
? Eg harmist tó um, at eg ikki havi hoyrt allar tónleikararnar í kvøld, men soleiðis eru treytirnar, tá tú ert samskipari, segði hon við Sosialin í Valhøll í Syðrugøtu í nátt.
Hon er tó sannførd um, at G!-neistin er kveiktur aftur og at kvøldið í kvøld og í annaðkvøld, hevur nógv spennandi at bjóða. Hetta tykist eisini at vera stemningurin millum fólk á G!-festivalinum í kvøld.