Góð undirtøka til seyðahundakapping

Leygardagin varð fyri fyrstu ferð skipað fyri seyðahundakapping í Norðoyggjum.
Hendan fór fram á Viðareiði, og sum skilst, so vóru bæði luttakarar og fyrireikarar sera væl nøgd við tiltakið.
Undan kappingini vórðu hundarnir býttir í tríggjar flokkar. Alt eftir, hvussu royndir hesir vóru.
Í triðja flokki, har teir royndastu kappaðust, eydnaðist tað Absalon Hansen úr Havn og Tanju at gerast fremst. Meg við Eyðstein Jensn úr Havn gjørdist nummkar tvey, meðan bronsuplássið fór til Kvess við René Hansen úr Nólsoy.
Í øðrum flokki vann Erik Hansen úr Bø saman við hundi sínum, Odd. Nummar tvey varð aftur Eyðstein Jensen úr Havn ? hesaferð við Martu, og Tadg við Jónleif Jørgensen úr Miðvági gjørdist nummar trý.
Hjá yngstu hundunum eydnaðist René Hansen úr Nólsoy at vinna við Jim. Her fekk Jim við Jákup Jacobsen úr Haraldssundi silvurmerki, meðan Fly við Esbern í Eyðansstovu úr Mykinesi fekk bronsumerki.
Eftir kappingina handaði fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg steyp og heiðursmerki til luttakararnar, og var tað Statoil, sum hevði latið hesi.