Tá Vinnudagurin 2017 í morgin fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera.
Hetta er 18. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar umframt handan av Ársins Virki og Ársins Átak eru á skránni.
Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi, umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í einum óformligum umhvørvi, skrivar Vinnuhúsið.