Góð undirtøka fyri tarvakappingini


 

Klaksvík: Leygardagin skipaði hondbóltsfelagið Stjørnan fyri tarvakapping á fótbóltsvøllinum í Klaksvík.

Ein tvey ára gamal tarvur stóð upp á spæl, og nógv hundrað fólk vóru við í kappingini.

Tarvurin varð leiddur inn á vøllin, eftir fyrru dystirnar í Klaksvíkskappgini í fótbólti, og tað tók nakrar tímar, áðrenn tarvurin avgreiddi sín part.

Umframt tarvin vóru eisini flogferðaseðlar og fartelefon burturlutað.