Ikki færri enn 160 børn og vaksin hava teknað seg til fyrstu skrúvu-gudstænastuna í Hoyvíkar kirkju nú seinnapartin kl. 17:30. Tað er ikki vanligt at ein skal tekna seg til eina gudstænastu í fólkakirkjuni. Í hesum førinum hevur ein tó valt at gera tað av praktiskum orsøkum.
Henda gudstænastan verður øðrvísi enn allar aðrar: Fyrst luttaka fólk við eina stutta og barnavinarliga gudstænastu og síðani verður farið í kjallaran til ein døgurðabita, har borðreitt verður við kókaðum skrúvum og kjøtsós afturvið.
Neyðugt var við tilmelding, soleiðis at kokkarnir kundu hava eina hyllin á, hvussu nógv ið matgerast skuldi til. Og ikki kann sigast annað, enn at fólk hava tikið við hesum tilboðnum frá kirkjuni.
Byrjað verður kl. 17:30 og væntandi er, at tiltakið er liðugt umleið kl. 19. Alt er sjálvandi ókeypis.
Gongst sum ætlað, verða slíkar skrúvu-gudstænastur hildnar einar 6 ferðir um árið.










