Nú má leggjast á annan bógv. Sum snikkaravirki her í Føroyum, versna virkisumstøðurnar støðugt. Tað seinasta átakið til bana fyri føroyskum handverki er, nú sokallaður ”Ólavsøkupakkin”. Uppskotið um at taka stuðulin av MVG’num uppá arbeiðslønina til húsabygging, ger at støðan gerst verri, enn hon er frammanundan. Sum er, eru vit ikki kappingarførir við útlendskt handverk, tí vit heilt einfalt ikki starva undir somu treytum, her hugsa vit um MVG á rávøru, høgan orkuprís, langt/dýrt á aðrar marknaðir, ongan exportstuðul/garanti.
Eitt er at skapa eitt samfelag, sum ideologiskt/teoretiskt er eftir ein ella øðrum leisti, men tað nyttar einki, um avleiðingin er, at vit allir mugu uppá ALS. So, sum støðan er nú, vilja vit heita á tykkum, at seta verjutoll á útlendskt handverkaraarbeiði, so leingi sum tit ikki vita, hvørjar vinnur vert er at satsa uppá her á landi. Ella okkurt annað, so sum skattalætta ella flutningsstuðul, ella tollfría rávøru.
Tí eitt er greitt, at føroyskur vinnupolitikkur í dag bert snýr seg um eitt, og tað er, hvussu tað siglandi fólki hevur tað. Hesar vinnur hava altíð havt óbetingaðan stuðul, bæði moralskt og peningaligt, lat okkum í fleng nevna skattalætta til sjómenn, DIS og FAS, flutningsstuðul mvg fría orku, ongi avgjøld v.m. Føroya Løgting/Landsstýrið heldur at hetta er einasti vinnuvegur føroyingar makta.
Tíbetur eru aðrir førleikar enn sjómannskapur millum fólk her á landi, men at tað almenna Føroyar sær nakra nyttu í hesum, er ilt at síggja.
Í Føroyum hava vit eina langa og góða handverkstraditión. Tað er við sorg, at ein sær hesa vinnu verða fyri einum bakkasti fyri og øðrum eftir. Skipasmíð er søga, tá landið skal hava skip verður heldur fari til útlendskar studningsskipasmiðjur at byggja. Avleiðingin er kanska eitt sindur bíligari skip, men aðrar avleiðingar eru at allir pengarnir fara av landinum, uttan at koma i umfar nakrar ferðir afturat. Og føroyskir sveisarar eru eisini søga….
Sama ger seg galdandi við snikkara virksemi, vit verða oyst undir við vindeygum, trappum frammleidd á virkjum sum eru smekkaði upp við ”iværksætterstøtte, EU-regionalstøtte”, o.s.fr., sum framleiða til export við exportstøtte/garanti. Og sum slettist ikki kunna samanlíknast við okkara handverk í dygd!
Verðin er soleiðis skrúað saman, at ein og hvør er sær sjálvum næstur, og hetta er eisini galdandi innan fyri politikk. EU og USA áseta verjutoll, innføra studning hvørjaferð ein vinna er hótt hjá teimum, sjálvt um hesi stórveldi ideologiskt eru fyri fríhandli, og arbeiða fyri at fáa øll verðins lond at starva innan karmarnar hjá WTO.
Samanumtikið forvænta vit, at føroyskir politikarir fáa beinini niður á aftur á jørðina, og finna út av at skapa karmar fyri, at føroysk vinna sum heild kann mennast á somu kappingarføru treytum, sum í restini av heiminum.
---------
P/F Træsmiðjan G.L.T.