Góðu tíðirnar halda fram

Búskaparráðið roknar við, at stóri vøksturin í búskapinum heldur fram eina tíð afturat. Higartil hevur vøksturin ikki havt trupulleikar við sær, og neyðugt er tí ikki við inntrivum júst nú

Góð gongd er í føroyska búskapinum og roknast kann við, at stóri vøksturin heldur fram eina tíð afturat.

Hetta sigur Búskaparráðið millum annað í nýggjari frágreiðing, sum júst er komin.

Føroyski búskapurin er eftir øllum at døma ikki komin í eina javnvág eftir kreppuárini enn, hóast vit eru komin væl á veg í framleiðslunøgd.

- Enn er vøksturin ov stórur til at kunna kallast javnvágsvøkstur, sigur Búskaparráðið.

Orsøkin til ójavnvágina er serliga, at fæfeingið framvegis er í holt við at laga seg til fylgjurnar av ójøvnu gongdina í búskapinum seinastu árini - fyrst við ógvusligu niðurgongdini undir kreppuni, og síðani við stóru framgondini seinastu trý-fýra árini.


Meira goldið í løn

Løngjaldingarnar fyrstu 11 mánaðirnar í ár eru 10% hægri enn tær vóru í fjør, tá tær vuksu við góðum 7 % sammett við 1998.

- Ferðin í búskapinum er sostatt ikki minkað, og lítið er, sum bendir á, at hon fer at minkað næsta árið, sigur Búskaparráðið.

- Framgongd er í øllum pørtum av búskapinum, men tað er serliga vinnulívið á landi, sum hevur stóra vøkstur í løtuni. Enn liggja lønirnar væl niðanfyri tær í grannalondunum, men stendur búskaparligi byrðurin við, kann væntast eitt ávíst trýst á lønirnar.


Ikki neyðugt við tiltøkum

Búskaparráðið heldur ikki, at tað enn er orsøk til at taka stig fyri at minka um ferðina á búskapinum.

- Ferðin í búskapinum er í stóran mun grundað á vanligar marknaðarmekanismur - góðan fiskiskap, góðan fiskaprís og ein framhaldandi stóran tørv á íløgum eftir kreppuna, sigur Búskaparráðið, sum heldur at eingin orsøk er til at gera inntriv í løtuni.

- Hinvegin er neyðugt, at fíggjarpolitikkurin heldur ikki verður lakari, tí at økja um eftirspurningin, sum longu er ríkiligur, fer bara at økja trýistið á framleiðslusektorin, tað almenna og viðskiftini við útheimin, sigur Búskaparráðið.






Búskaparráðið


Búskaparráðið er sett sambært løgtingslóg og skal koma við frágreiðingum og tilmælum um búskaparligu viðurskiftini í landinum.


Í Búskaparráðnum sita Hermann Oskarson, cand. polit, sum er formaður, John P. Danielsen, cand. polit., Una Joensen, cand. oecon, Marner Jacobsen, cand. Oecon, Anfinn Olsen, reiðari, Anna Kass, M. Sc. í búskapi og Elisabeth Gaardbo, siviløkonomur.


Skrivari hjá ráðnum er Jóannes Jacobsen, cand. Oecon.