Góðu politikarar

Eg MÁ lætta mítt hjarta eftir at hava lisið úttalilsið frá Jákup á Dul Jacobsen um, hvussu forferdiligt tað er, at fólkatalið í Føroyum minkar

Eg eri lesandi í Keypmannahavn, har eg búgvi saman við manni og soni - og vænti mær næsta barnið í mai 2008. Vit ætla okkum fleiri børn, og kundu eisini hugsað okkum at flutt til Føroya aftur. Men sum støðan er nú, kundi eg ikki droymt um at flutt higar. Haldi, at føroyskir politikkarir og onnur pengafólk eru alt ov pengafokuseraði. Tað einasta sum ræður um er at skaffa sær so nógvan pening í egnan lumma sum gjørligt!!!!! Skít verið við, um peningurin kundi verðið brúktur meira fornuftigt, og um náturan verður oyðiløgd.... Og skít verið við trivnaðinum hjá teimum sum búgva her!!

Soleiðis upplivi eg hugburðin hjá tykkum... Tíverri.

Góðu kunnu tit ikki heldur brúka eitt sindur av peninginum til at byggja nakrar feitar skúlar? Við lekrum skúlagarði og spæliplássi.

Nýggjasti skúlin í Havn, Hoyvíkar Skúli, er 30 ára gamal!!!! Og mær vitandi er fólkatalið í Havn økt ein heilan deil í tí tíðarskeiðinum.

Um tit ætla tykkum at fólkatalið skal økjast her heima, so mugu tit raðfesta trivnaðin hægri!! Og lat vera við at síggja so nógv upp til íslendingar. Tað kann væl vera, at íslendingar eru raskir reint økonomiskt. Men tað at arbeiða 10-12 tímar um døgnið gongur út yvir familjulívið – hví reypa tey ikki um familjulívið?

Eg ætli mær ikki at flyta aftur hertil fyri at lata míni børn ganga í skúla í einum containara!!!!