Playmakarin hjá Borussia Dortmund, Mario Götze, verður ikki við í Champions League finaluni leygardagin á Wembley.
Tað skrivar BBC Sports.
Tað er greitt, eftir at felagið má staðfesta, at hann ikki er sloppin so mikið av við fipurspreingingina, hann fekk í seinnu hálvfinaluni móti Real Madrid í síðsta mánað.
Høgri bakkur hjá Dortmund, Lukasz Piszczek, spælir finaluna, áðrenn henn verður lagdur undir skurð fyri lendarnar, meðan Robert Lewandowski helst spælir sín seinasta dyst fyri Dortmund á hesum sinni.
Bayern München má bert síggja burtur frá langtíðar skadda Holger Badstuber.
Mario Götze, sum hevur skrivað nýggjan sáttmála við júst Bayern München, verður ein missur fyri Dortmund í funaluni.
- Tá ein leikari sum Götze ikki fær verið við, so merkist tað sjálvandi. Hetta hevði verið hansara størsti dystur higartil, so eg havi samkenslu við honum, sigur Bastian Schweinsteiger um komandi liðfelagan.