Sjónleikur
Tað eru ikki færri enn 14 ungdómar í aldrinum 12-14 ár, sum spæla teir 22 leiklutirnar í leikinum. Ungdómarnir hava sína dagligu gongd í Losjuni í Gøtu, og tað er eisini har, at leikurin verður sýndur.
Tríggir leikstjórar
Tað eru tey trý Torgerð Hansen, Magni Poulsen og Nanna Rosa Sleire, ið hava leikstjórnað leikinum, og tey hava í felag eisini staðið fyri búnunum og pallsmíðini.
Tað er Grethe Thomsen, ið hevur skrivað leikin, og Niels Nattestad hevur týtt hann til føroyskt.
Leikurin fer fram í India og snýr seg um ungu, blindu dóttrina hjá sultaninum, og hvussu hon fær sjónina aftur. Við í leikinum eru eisini álvagentur, trøll og vill djór.
Frumsýningin av leikinum var mikukvøldið, og í gjár var leikurin sýndur fyri børnum, sum ganga í dagstovni ella dagrøkt í Gøtu. Sunnudagin klokkan fýra verður fyrsta almenna sýningin, og leikurin verður eisini sýndur týskvøldið, mikukvøldið og hóskvøldið klokkan sjey.
Í komandi viku verða eisini fleiri framførslur fyri skúlaflokkum um dagin.
Ein av leikstjórunum, Torgerð Hansen, greiðir frá, at teir 14 ungdómarnir, ið framføra leikin, hava vant dúgliga og hugagott í fleiri mánaðir.