Gøtunøvn í Hósvík

Tað verður lættari at finna millum húsini í Hósvík um ikki so langa tíð. Tí nú fara navnaskilti at standa við vegirnar í bygdini

 

Kommunalpolitikkur


Í Hósvík fáa tey um ikki so langa tíð navnaskilti sett á gøtuhornini.

Tað er nú ikki tí, at tað er so øgiliga torført at finna í Hósvík, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík. Men vegir og gøtur í bygdini hava altíð havt nøvn, og hildið varð tí rætt, at seta hesi nøvnini upp alment, so øll kenna tey.

Annars eru eisini onnur viðurskifti í Hósvík, sum gjørd verða borgarunum at bata. Eitt nú verður alment nátthús liðugt nakað skjótt. Tað stendur mitt í bygdini og verður sjálvandi eisini tøkt hjá øðrum enn hósvíkingum, sigur borgarstjórin.

Talan er um ein bygning, sum Hósvíkar Kommuna og SEV hava bygt í felag. Eitt transformatortorn varð tikið niður, og ístaðin varð bygdur ein lágur bygningur beint norðan fyri ánna norðan fyri kirkjuna. Bygningurin er í tveimum, soleiðis at SEV hevur transformaran í aðrari helvtini, meðan kommuna fer at gera wc í hinari.

?Tað verður so einasta alment atkomiliga nátthúsið fram við Sundalagnum norðan fyri Kollafjørð, sum fólk í bili kunnu steðga á at nýta, um tørvur er á tí, sigur Jógvna Mørkøre.

Talan hevur verið um at gera eitt wc í kirkjuni. Men har eru ymsar umstøður, sum gera tað eitt sindur trupult, og tá nú hesin bygningurin varð bygdur at kalla fyri kirkjudurunum, er tann trupulleikin samstundis loystur, sigur borgarstjórin.