Gøtumenn vinna eisini tá teir ikki eru á tindinum

Linligur stevnudystur í Runavík, har heimaliðið var við alla tíðina, sjálvt um teir í 1. hálvleiki mistu liðformannin

 

NSÍ-GÍ 1-2 (1-1)


Fótbóltslíkindini vóru av teimum allar bestu, og tað var gylt av fólki kring vøllin í Runavík. Spenningur var í alla tíðina, tí dysturin reið um snarið. Sum í teimum seks undanfarnu umførunum, so fóru gøtumenn eisini hesa ferð við øllum.

Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá GÍ fekk sigursmálið. Stóru GÍ verjumenninir ? Leivur Hansen, Bartal Eliasen og Poul Ennigarð ? vóru ofta frammi í deyðbóltsstøðunum. Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen og Djóni N. Joensen (inntil hann varð rikin av vøllinum) royndu at byrgja uppfyri í NSÍ brotsteiginum, har Jens Martin Knudsen bæði var tryggur á strikuni og longri úti í brotsteiginum. Men ta einu ferðina kiksaði uppdekkingin, og tað kostaði sigursmálið til GÍ. Eftir hornaspark úr høgru var Poul Ennigarð hægstur, og úr níggju metrum og mitt fyri drønstútaði hann. Fleiri NSÍ menn royndu at bjarga á strikuni, men bólturin hevði verið ein góðan fót innanfyri strikuna, og so var greitt, at Gí fór til hús við øllum stigunum og stevnusteypinum.

Fyri NSÍ kendist hetta rættuliga snópisligt. Allan 2. hálvleik vóru teir undirmannaðir. Teir høvdu spent í, og alt bendi á, at tað skuldi eydnast teimum í hvussu so er at varðveita eina stigið.

At teir vóru undirmannaðir komst av, at Birgir Sondum longu í 1. hálvleiki vísti Djóna N. Joensen reyða kortið, tí NSÍ liðformaðurin eftir nærdyst, sum frísparksstøða stóðst av, hevði hevnt seg.

Hjá NSÍ var tað sera dýrt, at teir mistu ein týdningarmiklan mann. Teir plaga ofta at hava takið á GÍ í Runavík, og sjálvt um NSÍ kom illa frá byrjanina hesa ferð, so tóktist tað, sum um teir rættuliga skuldu hótta oddaliðið.


Málini í 1. hálvleiki

GÍ var sera nógv skert av, at liðformaðurin hjá teimum, Sámal Joensen, ikki var við. Men kortini megnaðu gøtumenn at seta hol á beinanvegin. Sekundvísarin hevði bara verið gott og væl eina ferð runt, tá Helgi L. Petersen hevði skorað. Eftir málið høvdu gestirnir greiða yvirvág, og tað lá í luftini, at leiðslan so skjótt kundi tvífaldast. Men GÍ fekk ikki fleiri mál, sjálvt um teir høvdu onkrar møguleikar. Jens Martin bjargaði væl einar tvær ferðir, og Óli Hansen heilkiksaði, eftir at Magni Jarnskor snilt hevði spælt hann leysan.

Í staðin megnaði heimaliðið at javna í 22. minutti. Sjúrður Jacobsen sendi fríspark beinleiðis í málið. So var tað, at Djóni N. Joensen varð rikin av vøllinum. Útvísingin átti at havt givið GÍ yvirvág, men inntil tað bara restaði ein ikki serliga long løta sást lítið til hetta.

NSÍ hevði fleiri vandamikil álop, og tað var um reppið, at Christian Høgni Jacobsen, sum tyktist vera væl fyri, legði teir framum. Í skjótálopi sneiddi hann framvið trimum, áðrenn hann royndi ímóti málinum. Hevði hann ansað, at Ian Højgaard, sum saman við Brynjolvi Nielsen leingi spældi væl á miðvøllinum, var púra blankur í hinum borðinum.


Tolin trívst

Seinna umfarið var spælið ikki tað, sum kann roknast við frá oddaliði, ið hevur undirmannað lið ímóti sær. Men gøtumenn vóru tolnir. Teir tóktust rokna við, at møguleikin kanska fór at koma at skora sigursmálið, og hann kom. Um hann ikki hevði komið, so høvdu teir í GÍ væl kunna liva við javnleikinum.

Undir øllum umstøðum tóktist tað mest avgerandi, at NSÍ ikki vann. Eftir at Djóni N. Joensen var farin út, tók NSÍ Sonna L. Petersen úr álopinum og aftur á miðvøllin. Tað vil siga, at Christian Høgni Jacobsen var einsamallur í fremstu røð. Kortini hildu gøtumenn allar tríggjar verjuspælararnar afturi á vøllinum. Johan Nielsen vísti harvið virðing fyri landsliðsmanninum, men samstundis mundi hann rokna við, at møguleikin at fáa sigursmálið fór at koma.

Síðstu løtuna rindaði NSÍ prísin fyri, at teir høvdu runnið og tuskað so nógv. Gí trýsti, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar. Kortini fingu teir sigursmálið, og tá gøtufólk fóru aftur um Gøtueið, ella tá tey hildu fram at halda stevnu, so høvdu tey gloymt, at avrikið hesa ferð ikki var oddaliði verdugt. GÍ hevði fingið øll stigini, og GÍ er framvegis ósigrað.


Dysturin í tølum:

NSÍ-GÍ 1-2 (1-1)

0-1: Helgi L. Petersen 13

1-1: Sjúrður Petersen 23

1-2: Poul Ennigarð 90


Dómari: Birgir Sondum (B36)


NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Eddie Mikkelsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Brynjolvur Nielsen ? Sonni L. Petersen, Christian Høgni Jacobsen

GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Zdislaw Janik, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Helgi L. Petersen