Gøtumenn vilja venda gongdini

Fýra ár á rað hevur GÍ vunnið í Vági, og hesaferð eru gestirnir eyka svangir. Hjá vágbingunum tykist størsti trupulleiki vera krímið, sum ger um seg

Upptakt

Einki stig eftir trimum umførum er ikki gerandiskostur í Gøtu. Men tað er kaldi veruleiki í dag. Ein veruleiki, sum gøtumenn tó vóna at broyta sunnudagin.
- Í fjør gekk í øllum førum væl hjá okkum, so eg vóni, at vit kunnu venda gongdini nú, staðfestir Súni Olsen.
Og hagtølini siga eisini, at Súni hevur nakað at hava vónina í. Seinastu fýra ferðirnar hevur GÍ nevnliga fingið fult í Vági.
Einasta fráveran hjá GÍ tykist vera Kaj Ennigarð, sum fekk reytt kort í dystinum móti KÍ.

Sjúkir vágbingar
Hjá VB tykist størstu trupulleikin at vera, hvussu teir skulu basa kríminum, sum tykist herja landið.
Tá vit seinast høvdu samband við VB, vóru fýra mans seingjarliggjandi, men vónin var sjálvandi, at hesir fóru at koma fyri seg undan sunnudegnum.
Í aðrar mátar eru hvørki skaðar ella leikbann, sum hótta liðið.